Í vikuni varð hol sett á byggiætlanina, ið fevnir um íbúðir við Kikslið í Vági.
Mánadagin varð byrjað at grava út á økinum, ið verður nevnt við Kikslið.
Talan er um 4 blokkar við bæði luta- og leiguíbúðum.
Tað er Vágs Timburhandil, ið letur íbúðirnar byggja.
Heilt fitt av byggivirksemi er í hesum døgum í Vági. Av størri verkætlanum, sum eru í gongd í løtuni, kunnu nevnast nýggi barnagarðurin, langhylurin á Oyrunum, og so nú byggiætlan við íbúðum.









