Byggja listaverk í miðbýnum

Tórshavnar kommuna bjóðar borgarunum at luttaka í byggingini av fyribils listaverki

Leygardagin 15. august verður eitt øðrvísi tiltak á gongugøtuni í Havn, tá fari verður undir at byggja eitt fyribils listaverk í økinum aftanfyri Eik banka.


Ætlanin er, at verkið skal byggjast av sjálvbodnum persónum, og verður tað bygt úr plattum og plasttunnum. Verkið skal kunna nýtast til at klatra, sita ella liggja á, og skal eggja til nýggjar mátar at nýta og uppliva miðbýin.


Tað er Tórshavnar kommuna, ið saman við trimum útisetum, Sissal Fosaa, Marita Svartá og Hans Óli Højgaard, ið standa fyri verkætlanina.


Endamálið við verkinum er at inspirera gomul sum ung, at knýta nýggj og sterkari bond til teirra bý og lokaløki.