Talan er um matriklarnar 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, sum verða lýstir til sølu til lutaíbúðarbygging.
Tað er økið, sum er uttan fyri nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur, og beint norðan fyri tunnilsmunnan til tunnilin, sum verður gjørdur av Villingadalsvegnum og út í Marknagil.
Økið er nakað størri enn eitt nú alt økið á Berjarbrekku, sum er slakar 20.000 fermetrar til støddar.
– Matrikklarnir liggja í 160 metra hædd og hava stórsligið útsýni norður-, eystur- og suðureftir. Frá miðbýnum í Havn og niðan til matrikklarnar eru beint niðan fyri tríggjar kilometrar. Í kringumráðnum eru einamest bústaðir og nakrir einstakir dagstovnar, skrivar kommunan, sum eisini vísir á, at í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu er sett út í kortið at náa einari samanseting av bústaðarsløgum áljóðandi 60% sethús, 20% íbúðir og 20% rað- og tvíhús innan 2030.
– Níggju ár áðrenn framrokningina kunnu vit staðfesta, at vit meiri ella minni hava nátt hesum málinum við 59% sethúsum, 27% íbúðum og 14% rað- og tvíhúsum. Hetta vísir, at tað er sera ringt sum kommuna at planleggja, hvussu tann veruligi bústaðarmarknaðurin kemur at síggja út. Tó kann kommunan gera sítt fyri at stýra planleggingini ávísar vegir, t.d. við at leggja tey kommunalu grundstykkini út til ávís endamál, skrivar kommunan.
##med2##
– Matrikklarnir 1356 og 1355 við Villingadalsvegin eru tilsamans størri enn øll Javnagøta og Korkagøta, ið eru býlingarnir niðan fyri økið. Talan er tí um eitt sera stórt øki og ein heilt nýggjan býling, ið kemur at liggja við endan á Villingadalsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin og økið verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum lutaíbúðir, og tað eru bæði einstaklingar og feløg við tilknýttum arkitektaráðgeva, sum kunnu bjóða.