Byggja í Hoydølum

Í dag byrjaði arbeiðið, sum skal tryggja, at pláss verður fyri øllum næmingunum á studentaskúlanum og HF í Hoydølum. Alvorligt plásstrot er á skúlum og skal tað eydnast at hýsa øllum næmingunum, verður neyðugt at byggja eyka skúlastovur til einar 260 næmingar.

Í hesum sambandi varð søkt um byggiloyvi til at seta eina lon upp beint sunnanfyri høvuðsbygningin í Hoydølum. Talan er um eina stóra lon í einari hædd við 10 skúlastovum við plássi fyri 26 næmingum í hvørjari skúlastovu.

Endaligu loyvini eru nú latin og í dag fóru tey undir arbeiðið at seta lonina upp. Fyrsta stigið er at leggja vatn og kloakk og síðani skal grundin stoypast, áðrenn lonin verður sett oman á.

Gongst sum ætlað, verður lonin klár at flyta inn í tann 28. august og skúlastovurnar í henni verða tær størstu og bestu á øllum skúlanum.

Annars byrjar skúlagongdin aftur 16. august og tað merkir, at tey mugu klára seg sum frægast tær báðar fyrstu vikurnar.

Herleif Hammer, inspektørur á skúlanum í Hoydølum hevur sagt við Sosialin, at hjá teimum nýggju flokkunum fer ein partur av teirri fyrstu tíðini til innleiðsluskeið so við einum sindri av hugflogi væntar hann, at tað fer at laga seg til lonin er liðug.

Í ár leigar skúlin undirvísingarhøli aðrastaðni í Havnini, so at næmingar og lærarar koyra ímillum. Men tá ið lonin er liðug, verða allir næmingarnir savnaðir í Hoydølum og tað heldur Herleif Hammer er ein stórur fyrimunur.

Lonin er ikki keypt, men hon er leigað í fýra ár, tí tá vænta tey, at tað verður klárt at flyta inn í nýggja skúlan við Marknagil.