Tær báðar ferjurnar, sum Stena Line skal hava, verða 240 metrar langar, 32 metrar breiðar, og bilplássini verða tilsamans 6,2 kilometrar. Tað merkir, at har verður pláss fyri umleið 1.400 bilum. Ferjurnar skulu hava 540 kømur, sum hava pláss fyri 1.200 ferðafólkum. Tað fer at kosta umleið tríggjar milliardir krónur at byggja tey bæði skipini.
Ferjurnar verða tær longstu á okkara leiðum, men kortini ikki tær størstu. Reiðaríið Color Line hevur tvær ferjur, sum eru 224 metrar langar, men tær eru breiðari og fleiri bruttotons. Color Magic og Color Fantasy eru 75.000 bruttotons, meðan tær báðar nýggju ferjurnar hjá Stena Line verða 62.000 bruttotons.
Stena Line vil ikki siga, hvør tær báðar nýggju ferjurnar skulu sigla.