Byggja heimsins longsta tunnil

Ein tunnil millum Finnland og Estland nærkast veruleika og verður hann við sínum 92 kilometrum heimsins longsti.

Ein tunnil millum Finnland og Estland nærkast veruleika og verður hann við sínum 92 kilometrum heimsins longsti.

 

Ætlanin nærkaðist herfyri veruleika, tá  borgarstjórar og ráðharrar úr londunum báðum skrivliga bundu seg til at arbeiða víðari við ætlanini um samband millum Helsinki og Tallinn.

Tunnilin kostar væntandi einar 100 milliardir krónur.

 

Í Føroyum eru tveir undirsjóvartunnlar veruleiki. Tunnil til Sandoynna tykist verða veruleiki innan fá ár, og so er talan um samband til Suðuroynna. Tó eru tað tey, ið eru ivandi hvørt hetta er fíggjarliga møguligt, ella um hetta á leið 30 kilometra langa samband letur seg gera

 

Tí er kanska áhugavert. at við  92 kilometrar langa tunnlinum verður ikki kannað, hvørt tað er gjørligt, men um ymsar avleiðingar.

 

Longsti tunnil í dag er í Japan undir Tsugaru sundið, og er hann 54 kilometrar.

 

 

 

FAKTA:

Longstu tunnlar til persontransport

 

Toktunnlar

54 km: Seikan-tunnilin, Japan

51 km: Euro-tunnilin, England-Frakland

35 km: Lötschberg-Basis-tunnilin

 

Biltunnlar

25 km: Lærdal, Norge

18,2 km: Yamate-tunnilin, Japan

18,04 km: Zhongnanshan-tunnilin

 

Metrotunnlar

60 km: Linja 3, Guangzhou, Kina

57 km: Linja 10, Beijing, Kina

48 km: Linja 5, Seoul, Suðurkorea