Teir ovurríku emirarnir í Dubai skulu brúka einar 300.000 rúmmetrar av betong til húsini, sum hava fingið navnið Burj Dubai. Meiri enn 2.000 handverkarar og arbeiðsmenn byggja húsini, og sum er hækka tey eina hædd um dagin. Í gjár vóru teir komnir upp á 37. hædd.
Men enn er langt á mál, tí emirarnir hava gjørt av, at Burj Dubai skal vera heimsins hægsti bygningur. Sambært tekningunum verður hann umleið 800 metrar høgur og tískil einar 300 metrar hægri enn Taipei 101 í Taiwan, sum eigur metið í løtuni.
Men tað verður ikki tann vanligi Dubai-búgvin, sum fer at hava sína dagligu gongd í Burj Dubai. Í bygninginum verða 152 marglætisíbúðir og eitt gistingarhús, sum einki annað í heiminum kann máta seg við. Harumframt verða fleiri handlar og ymisk venjingar- og frítíðartilboð.
Burj Dubai er bara ein partur av einari størri byggiætlan, tí rundan um bygningin ætla emirarnir at byggja 30.000 íbúðir, sum eru mettar at kosta einar 20 milliardir dollarar.









