Byggja havnalagið í Lopra út

Farið verður nú at flyta grót úr Lopransdali, oman í Ónavík, har tað skal brúkast at fylla út við

Útbygging

Nú verður farið undir arbeiðið at byggja havnalagið í Lopra út.
Sumbiar Kommuna, sum Lopra er í, hevur fingið tilsøgn frá Landsverkfrøðinginum um at fáa 20.000 kubikk av gróti, sum varð skotið úr Sumbiarbergholinum, og sum nú liggur í Lopransdali og tað skal nú flytast oman á havnalagið.
Arbeiðið at flyta grótið úr Dalinum, oman í Ónavík, har tað skal brúkast at fylla út við, varð boðið út herfyri og tað var stórur áhugi fyri at fáa tað.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri, sigur, at 15 tilboð komu inn uppá at gera arbeiðið. Lægsta tilboðið hevði Michael Pauli Johansen á Tvøroyri, hann bjóðaði sær til at flyta grótið fyri 330.000 krónur og tí tilboðum samdust bygdaráðið um at taka av.
Tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum, tí tað dýrasta tilboðið var uppá 739.000 krónur, men tey flestu lógu um 450.000 krónur.
Tað skilst, at arbeiðið at flyta grótið skal byrja nakað skjótt.
Endamálið við arbeiðnum er at Kommunan skal hava ídnaðarøkið til taks, skuldi áhugi verið fyri vinnuligum virksemi av onkrum slagi í Lopra. Sumba er brimpláss burturav so har gerst onki framvið sjónum, men umstøður at hava góða havn í Lopra eru góðar.
Annars liggur mangt slíkt av grótið, sum varð sprongt úr bergholinum í Lopransdali. Mett verður, at eini 100.000 kubikk liggja í Dalinum og Sumbiar Kommuna hevur gjørt krav uppá at fáa alt til havnaútbygging í Lopra.
Men landsverkfrøðingurin hevur lovað vágbingum tað til Havnaútbygging. Hetta viðurkenna sumbingar ikki, tí teir siga, at teir frammanundan høvdu fingið munnliga tilsøgn frá Landsverkfrøðingium til alt grótið. Teir siga eisini, at tað er siðvenja, at kommunan, haðani grótið kemur, eisini hevur fyrsta rætt at fáa tað. Sakførari hevur kannað málið í eina tíð, men enn er onki nýtt frá honum, sigur borgarstjórin.