Byggja havn á Tvøroyri fyri 40 miljónir krónur

Arbeiðið hevur gingið óføra væl, og ætlandi skal nýggja atløgusíðan latast kommununi hin 1. juni.

Síðan byggingin av uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjaði fyri tveimum árum síðan, og virkið læt upp á sumri í 2012, hevur rættiliga nógv virksemi verið á Tvøroyri.

 

Samstundis, sum virkið varð bygt, varð eisini 50 metra lagur bryggjukantur bygdur, sm er djúphavn til uppsjóvarskip og farmaskip, sum koma á Tvøroyri eftir fiskavørum.

 

Nú er aftur stórt havnaarbeiði í gongd á Tvøroyri, har djúphavnin verður útbygd við nógvum metrum aftrat.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at í løtuni er Articon í holt við at byggja 180 metrar aftrat av atløgusíðu, og við báðum kantunum inn við hvørju megin, er samlaði kanturin 230 metrar langur.

 

- Arbeiðið hevur gingið óføra væl, og ætlandi skal nýggja atløgusíðan latast kommununi hin 1. juni í ár.

 

Borgarstjórin sigur, at hetta er eitt arbeiði, sum fer at kosta slakar 40 miljónir krónur, og í verkætlanini fæst eisini eitt umleið 9.000 fermetra stórt uppland.

 

- Dýpið fram við bryggjukantinum verður umleið 12 metrar, og tá hetta arbeiðið, sum nú verður gjørt, er liðugt, fer Tvøroyrar havn at hava - umframt teir fyrstu 50 metrarnar - 180 metrar aftrat av atløgusíðu við Varðan Pelagic.

 

Hann vísir á, at uppsjóvarskipini eru stór og stinga djúpt, tá tey eru lastað og farmaskipini, sum koma eftir vøru, eru eisini stór.

 

- Íløgan kemur eisini at skapa umstøður fyri ferðamannaskipum, sum í framtíðini kunnu koma á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen.

 

Sum skilst, hevur Varðin Pelagic higartil í ár keypt millum 15.000 og 20.000 tons av uppsjóvarfiski.