Byggja á góðu gongdina

Árið í fjør var ein katastrofa, men í ár hava vit spælt væl, og tað er tað, vit skulu royna at byggja víðari uppá, sigur væntandi komandi liðskiparin, Jákup Mikkelsen

Jákup Mikkelsen hevur verið eykaliðskipari og tikið yvir, tá Óli Johannesen ikki hevur verið við. Nú tvørámaðurin hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum, verður tikið sum givið, at landsliðsmálverjin yvirtekur liðskiparabindið permanent.

Men sjálvur sigur Jákup seg ikki hava fingið nakra ábending um, at so verður.

- Tað plaga vit nú heldur ikkia t fáa at vita, fyrr enn beint undan dystinum. So enn veit eg ikki heilt, hvat venjarin ætlar, sigur Jákup Mikkelsen.

Landsliðsmálmaðurin úr Klaksvík er ein av okkara allar royndastu fótbóltsspælarum, og er í hvussu er hin einasti, sum kann vísa á bæði føroyskt og danskt meinstaraheiti. Men slíkir stórdystir, sum tann, ið nú stendur fyri framman, eru altíð líka spennandi.

- Hetta er fjórðu ferð vit møta Fraklandi, og tað er líka spennandi hvørja ferð. Hetta er eitt tað størsta mann í løtuni kann uppliva sum fótbóltsleikari, tó at Italia sjálvandi eisini er spennandi, sigur Jákup Mikkelsen.


Stig ordiliga gott

Spurdur, hvussu hann metir um verandi undankapping sigur Jákup Mikkelsen, at hetta hevur verið ein løgin kapping.

- Vit spældu illa og blivu hølvaðir av allar teir fyrstu dystirnar. Men síðani hava vit fingið meiri stýr á spælinum, og eg haldi, at vit seinastu dystirnar hava spælt heilt væl, sjálvt um úrslitini ikki hava staðið mát við sjálvt spælið, sigur landsliðsmálmaðurin.

Hann er kortini realistiskur og sigur, at hann væntar ikki, vit fara at vinna dystin.

- Vit skulu konsentrera okkum um góða spælið, vit hava havt seinastu dystirnar, og síðani royna at minimera eitt tap so nógv sum møguligt, sigur Jákup Mikkelsen.

Hvat er eitt brúkiligt úrslit, og hvat er eitt ordiliga gott úrslit?

- Eitt ordiliga gott úrslit hevði verið at fingið eitt stig móti fraklendingum. Mann er sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa, men tað kemur eisini ann upp á mátan, mann tapir upp á. Og fleiri av seinastu dystunum hava vit verið beinleiðis óhepnir at tapt. Og tað í sjálvum sær er rættiliga positivt, sigur Jákup Mikkelsen, sum altso væntandi fær handað liðskiparabindið til dystin móti Fraklandi leygardagin.