Byggja fótbóltshøll í Hoyvík

Mangan hevur verið tosað um at byggja fótbóltshøll í Føroyum. Nú verður eisini tosað um at byggja fótbóltshøll í høvuðsstaðnum.

 

Arbeiðið at byggja stórhøll í Hoyvík er farið í gongd. Fyrsti hakin er settur í, og um skamma stund fer byggingin í gongd.

Í samrøðu við Sosialin í dag í sambandi við, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur sitið í Tórshavnar býráð í 50 ár, nevnir hann, at Tórshavnar kommuna eisini hevur ætlanir um at byggja eina fótbóltshøll í Hoyvík.

– Hesi 50 árini hava vit bygt einar 40 barnagarðar, og vit hava bygt nógvar skúlar, hallir og vøllir. Spaki er settur í til stórhøllina.

– Og vit arbeiða við, at ein fótbóltshøll verður bygd í sama umhvørvi sum stórhøllin. Vit hava fingið Tórsvøll, og nú verður svimjihøllin útbygd – bara fyri at nevna nakrar verkætlanir úr rúgvuni, sigur Heðin Mortensen við Sosialin.

Í mun til stórhøllina, sum kostar út við 220 milliónir krónur at byggja, so verður mett, at ein fótbóltshøll við øllum kann kosta einar 80 milliónir krónur.

##med2##

 

##med3##