Byggja ferjur til Estlands

Norska skipasmiðjan Fiskerstrand Verft skal byggja tríggjar ferjur til innanoyggjasigling í Estlandi, og nú er tann fyrsta latin eigarunum, Saarema Shipping Company Ltd.

Ferjan, sum hevur fingið navnið MV Muhumaa, skal sigla ímillum meginlandið og oyggjarnar Saaremaa, Hiiumaa og Muhumaa í Eystrasalti.

Ferjan hevur tvey bildekk við plássi til umleið 150 bilar, og harafturat kann hon hava 690 ferðafólk.

Tær tríggjar ferjurnar til Estlands verða smíðaðar til sigling í ísi eftir royndum, sum eru gjørdar í Hamburg í Týsklandi, skrivar Sunnmørsposten.