Í Hvannasundi hevur verið arbeitt við at byggja nýggja atløgubryggju til Strandfaraskipið Rituna, og her hevur eisini verið arbeitt við at byggja nýggja atløgu til alibátarnar, sum røkja sjógvalingina norðan fyri byrgingina.
Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Katrin Næs, sigur, at tørvur hevur verið á nýggjari atløgu til Rituna, og tørvur hevur eisini verið á at skilja ferðafólk og farm frá øðrum, sum gongur fyri seg á havnalagnum.
- Málið við nýggju ferjuleguni er eisini at gera tað tryggari og behagiligari hjá teimum, sum koma og fara við Rituni. Vit vilja eisini geva møguleikar fyri, at eitt nú Sam kann koma higar, um størri maskinur ella annað skal flytast. Soleiðis skulu vit hava eina rampu til bilaferju.
Hon vísir á, at við í ætlanini at bøta um Hvannasund sum samferðsluhavn er eisini ein bygningur, sum skal byggjast á havnalagnum til bíðirúm við almennum wc og hølum til goymslu av farmi.
- Vit fara at byggja ein bygning, sum verður 10 ferðir 15 metrar stórur, og hesin kemur líka sum at rúma trimum eindum. Ætlanin er so at leiga ein part av bygninginum út til Strandfaraskip Landsins.
Katrin Næs sigur, at tey hava biðið byggifelagið Articon, sum hevur arbeitt nógv fyri kommununa í seinastuni, um at stoypa fundament til bíðirúmið.
Hon vísir á, at Hvannasunds kommuna liggur rímiliga væl fyri, tá ræður um ferðavinnu, og tað er umráðandi, at umstøðurnar hjá ferðafólki, bæði føroyingum og útlendingum, sum vitja kommununa, eru góðar.
- Vit koma at byggja bíðirúmið við wc og farmagoymslu sjálvi, men tá Ritan er ein partur av okkara almenna samferðslukervi, er tað ikki meira enn rímiligt, at ein partur av íløguni í ferjuleguna kemur frá landinum.
Borgarstjórin vísir á, at Bakkafrost hevur sjógvaling bæði norðan fyri og sunnan fyri byrgingina, og tað verður Bakkafrost, sum kemur at leiga nýggju atløgubryggjuna norðan fyri byrgingina.
- Bakkafrost hevur nógv virksemi í okkara kommunu, og umframt sjógvaling, hevur felagið eisini stóra smoltstøð á Norðtoftum. Tey eru ikki so fá í okkara kommunu, sum hava sína inntøku hjá Bakkafrosti, sigur Katrin Næs, borgarstjóri.