Byggja felagshús í Gøtu

Bygdaráðið í Gøtu hevur samtykt at byggja felagshús í Sarpugerði Leingi hevur tað ligið í kortunum, og á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at byggja felagshúsi í Sarpugerði. Talan er í fyrsta umfari um at gera bygningin kláran til innrætting. Arbeiðið er mett at taka fimm og ein hálvan mánaða.

Bygdaráðið hevur tikið av einum tilboði frá Norðhús, sum millum annað hevur bygt Batmintonhøllina í Klaksvík. Verkætlanin er mett at kosta millum 8,5 og 9 mió. krónur. Í 2007 hevur kommunan sett 4 mió. krónur av, og komandi ár er ætlanin at seta restina av.

Ætlanin er, at felagshúsið skal rúma stórum pørtum av felagsvirkseminum í kommununi v.m. felagsøki, skrivstovuøki og goymslu, eins og húsið sjálvsagt eisini er partur av ítróttarøkinum við m.a. einum nútímans áskoðaskýli, umklæðingarrúmum o.ø. umstøðum, ið hoyra til eitt nútímans ítróttarøki.

Kelda: Gøtu kommuna