Byggja eitt nýtt lið

Hoyvíkingar hava mist nógvar av størstu profilunum frá í fjør. Nú byggja teir eitt nýtt lið upp. Vørumerkið skal vera skjótur og álopskendur hondbóltur.

Kári Durhuus og Halgir Dahl Olesen hava fingið til uppgávu at standa á odda fyri H71 komandi kappingarár. Uppgávan er møtumikil, tí H71 hevur verið fyri stórum broytingum. Nógvir av royndu leikarunum eru givnir, og nú skulu ungir spælarar taka yvir. Hetta eru Kári og Halgir sera spentir til.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stílurin skal broytast
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
H71 hevur verið kent fyri tí hørðu og kontantu 6-0 verjuna og eitt stórt álop, har bakspælararnir hava havt stóra skotstyrki. Skotstyrkin er har enn, men spælararnir á bakplássunum eru minni og kvikari, og hetta halda teir báðir venjararnir vera tað rætta: Nú hava vit mist teir flestu av stóru og tungu bakspælarunum, og smærri kvikari leikarar hava tikið við. Tað ger, at okkara álop fer at byggja á skjótari spæl, meðan verjan kanska fer at vera meir álopssinnað.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Venjararnir trúgva uppá sínar leikarar
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sjálvt um tað verður eitt rættiliga nýtt og órutinerað H71-lið, vit fara at síggja, so hava báðir venjararnir stórt álit á sínum spælarum: Vit fara inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, men tað er púra greitt, at hetta verður ringt. Málið er at vinna eina medalju, men av tí at liðið er so ungt, so er tað eingin katastrofa, um vit ikki megna hetta, sigur Halgir. Kári leggur afturat: Vit trúgva upp á okkara leikarar, og vit skulu allir fara út á vøllin at hava tað stuttligt. Sannleikin av tí heila er, at vit einki hava at tapa. Okkara menn kunnu fara út á vøllin uttan nervar, tí tey flestu vænta ikki tað stóra av okkum. Eg vænti tó sjálvur, at hetta liðið kann yvirraska fleiri av hinum liðunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rutinan kann gerast ein trupulleiki
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sjálvt um báðir venjararnir hava góðar vónir til komandi kappingarár, so eru teir báðir skjótir at viðganga, at liðið manglar eitt sindur av rutinu: Tá eitt lið missir so nógvar royndar leikarar, so hevur hetta sjálvandi ávirkan. Teir ungu leikararnar mangla royndir, og hetta fer møguliga at síggjast í nøkrum dystum. Vit vóna tó, at teir royndu leikararnir, sum eru eftir í hópinum, fara at taka ábyrgd, so hesin trupulleikin ikki verður óneyðuga stórur.
Teir leggja tó afturat, at ein tann týdningarmesti parturin fyri eitt gott kappingarár er kontraspælið. Teir vilja hava, at kontraspælið skal rigga, tí tað er umráðandi hjá einum so ungum liði at fáa nøkur løtt mál, tí hetta er júst vegurin at fáa ungar leikarar í gongd.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vænta eina harða kapping
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
At enda spurdu vit báðar venjararnar, hvat teir vænta av kappingini sum heild. Teir vóru báðir samdir í, at Kyndil fer at vera ringt at basa. Teir hava ein góðan og breiðan hóp og tykjast teir hava tað sterkasta liðið í løtuni. Eftir hetta vóru teir eitt sindur í iva: Tað er ringt at meta um, hvat lið er tað sterkasta eftir Kyndil. VÍF er altíð væl við, og liðið hjá kollfirðingum sær spennandi út, men teir eru bara ov óstøðugir Hvussu er við hinum liðum tora vit ikki heilt at úttalað okkum um. Kanska vit megna at sníkja okkum upp á eitt triðja pláss.
Tað er lítið at ivast í, at bæði Kári Durhuus og Halgir Dahl Olesen eru spentir uppá uppgávuna við unga H71-liðnum, og tað er ikki sørt, at teir hava stórar vónir til liðið. Men sum teir báðir tóku til: Liðið er so mikið ungt, at verður tað ikki í ár, so verður tað í næsta ár.