Samstundis sum menn arbeiða við at bora tunlar í samband við Eiði 2-verkætlanina, verður Eiðisverkið hjá SEV sunnanfyri Brimnes eisini útbygt.
Við hesi útbyggingini fer verkið at kunna hýsa eini triðju turbinu aftrat. Byggifelagið MT Højgaard stendur fyri hesum arbeiði, ið verður liðugt í heyst, verður sagt úr SEV.
Nýggja turbinan verður 7,7 MW. Hinar báðar turbinurnar á verkinum eru 6,3 MW hvør.
Henda turbinan, ið eins og hinar báðar er keypt frá Voith í Norra, kemur væntandi til Føroya í næsta mánaði, og miðað verður eftir at taka hana í brúk fyrst í næsta ár.
Eiði 2 verkætlanin, ið er mett at kosta umleið 250 mió. kr. tilsamans, fer at økja um framleiðsluna hjá Eiðisverkinum við umleið 16 mió. kilowatt-tímum. Sum er liggur framleiðslan um 40 mió. kWh um árið.










