Byggja bonk til Barnabata

Ein yvirvaksin bonkur skal um høgtíðina minna fólk á barnasjónarmiðið

 

Í hesum døgum verður ein yvirvaksin bonkur bygdur til Barnabata. Arbeiðið verður gjørt á Tekniska skúla í Havn.

Bonkur skal setast upp við Perluna í Havn, og har skal bonkurin verða eitt metafor fyri barnasjónarmiðið.


-  Bonkurin skal við stuttleika og forvitni lýsa kjarnuna í grein 3 og 12 í ST barnarættindasáttmálanum. 
Hesar greinar snúgva seg millum annað um barnasjónarmið. Barnasjónarmiðið snýr seg um, at tey vaksnu, ið taka avgerðir, ið hava við børn at gera, skulu gera tað við støði í barnsins tørvi. Hetta merkir, at tey vaksnu altíð skulu hugsa um, hvat er gott fyri barnið og hvussu teirra avgerðir koma at ávirka barnið, sigur Barnabati.

- Barnasjónarmiðið frá bonkinum skal vera við til, at øll vaksin, og øll tey ið hava ávirkan á umstøðurnar hjá børnum, geva sær far um, hvat ið børn sjálvi hugsa og kenna um ávís viðurskifti, og sostatt hava betri møguleika at virka við støði í hesum.

Kunngjørt verður, tá ið bonkurin verður settur upp.