Stoypiarbeiðið uppá nýggja barnagarðin í Miðvági verður um alt gongur væl liðugt í mai. Tað er Spf. Dalsbø í Sandavági, sum stendur fyri betongarbeiðinum. Betongarbeiðið verður gjørt við nýggju QUAD-LOCK bjálviformum, sum bæði eru orkuspærandi og ljóðdoyvandi.
Hans Magnussen, stjóri í Spf. Dalsbø, letur væl at nýggju QUAD-LOCK formunum, teir eru lættir at arbeiða við, sigur Hans Magnussen.









