Byggja barnagarð í nýggjum býlingi

Klakvíkar Býráð tekur eitt tak fyri at nøkta tørvin á barnaansingini Klaksvíkar Kommuna ætlar nú at byggja ein stóran barnagarð afturat í Klaksvík.

Í løtuni eru tey í ferð við at byggja barnagarð á Traðargøtu til 60 børn.

Tann barnagarðurin verður liðugur mitt í summar og tá verður beinanvegin farið undir at fyrireika ein barnagarð afturat.

Hesin barnagarðurin skal byggjast í nýggja býlinginum undir Grashjalla í Helnarbrekku.

- Har eru 48 grundstykki útstykkjað og nú verður farið at útstykkjað 48 stykki afturat.

Har verða sostatt 96 hús, táið avtornar.

Harafturat verða eisini íbúðarblokkar bygdir, so tilsamans verður talan um ein stóran býling.

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri, sigur, at nú er so ætlanin at byggja barnagarð í hesum nýggja býlinginum.

Hann sigur, at talan verður um eina barnagarð og vøggustovu til ímillum 40 og 60 børn, tað er ikki endalig støða tikin til tað enn.

Málið er ikki viðgjørt á býráðsfundi enn, men bæði sosiala nevnd og fíggjarnevnd eru samd um at fara undir byggingina, so borgarstjórin ivast onga løtu í, at býráðið eisini samtykkir ætlanina.

Í ár er so ætlanin at fyrireika byggingina, so at spakin kann setast beinanvegin tíðliga í næsta ár.

Borgarstjórin sigur, at ætlanin er, at talan skal vera um eina skjóta og einfalda bygging, so at barnagarðurin kann takast í nýtslu so skjótt sum gjørligt.

Hann væntar ikki, at tað skuldi tikið meiri enn eitt ár at bygt stovnin.