Eisini í Vági verður nú farið undir at byggja íbúðir.
Tað er Vágs Timburhandil hevur søkt Vágs Býráð um loyvi at byggja átta íbúðir við Kikslið í Vági.
Talan er um at byggja fýra hús, og Vágs Býráð hevur nú samtykt at at geva Vágs Timburhandli eitt fyribils gravi- og byggiloyvi.
Men av tí at tekningarnar ikki eru heilt lidnar, verður endaligt byggiloyvi ikki givið enn, tí tað kann býráðið ikki geva, fyrrenn tekningarnar eru endaligar.
Hinvegin vildi býráðið geva felagnum eitt prinsipielt gravi- og byggiloyvi, so at tey sluppu ígongd við arbeiðið.
Sølvi Kristiansen, sum eigur Vágs Timburhandil saman við beiggjanum, Helga, sigur, at tey fýra húsini verða fyri tað mesta tvíhús, men møguliga verða tvær íbúðir í onkrum av teimum, tað er endalig støða ikki tikin til enn.
Hann sigur, at ætlandi verður talan um eina blandaða bygging, har nakrar íbúðir verða lutaíbúðir, sum tað er munandi bíligari at seta seg fyri enn vanlig sethús, tí krøvini til eginfígging eru minni.
Men tað er eisini at hava einar fýra leiguíbúðir við í byggingini og tær verða ætlandi um 70 fermetrar hvør.
Sølvi Kristiansen sigur, at miðjað verður eftir at hava tær so bíligar sum gjørligt so at fólk í flest øllumsamfelagsbólkum hava ráð at til eina íbúð.
Hann sigur, at sostatt verður talan um átta, ella 10 bústaðir í hesi byggingini.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast, kanska fyri ársskiftið, ella tíðliga næsta ár og so tekur tað eitt gott ár at byggja.
Tað varð upplýst í býráðnum, at allir bústaðirnir verða líka stórir, 110 fermetrar hvør, men møguliga verða broytingar, so at tær verða í ymsum støddum.










