Nú skal gongd fáast á at byggja íbúðir kring landi til lesandi og lærlingar kring alt landið.
Tað vil Tjóðveldi.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið alt fyri eitt skal taka stig til at útvega fleiri íbúðir til lesandi og lærlingar runt um í landinum.
Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja at heita á Landsstýrið um beinanvegin at fara saman við Húsalánsgrunninum og kommununum um at byggja íbúðir til lærlingar og lesandi.
Endamálið við samstarvinum ímillum landsstýrið, Húsalánsgrunnin og kommunurnar, skal vera at leggja eina ætlan fyri íbúðarbygging til lesandi og lærlingar og at gera avtalur um slíka bygging.
Og flokkurin leggur dent á, at tað skal vera í sambandi við útbúgvingarpláss um alt landið.
Okkara størsta avbjóðing
Høgni Hoydal staðfestir, at skeiva gongdin í fólkatalinum í Føroyum heldur fram. - Seinastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fráflytingin er munandi størri enn tilflytingin og burðaravlopið minkar.
- Hvørt ár fer ein stórur partur av ungdóminum í Føroyum av landinum at nema sær útbúgvingar, og tá ið ein minkandi partur kemur heimaftur, elvir hetta til ein ónda ringrás: Færri fólk í tí aldrinum, sum eiga børn, eru í Føroyum, og serliga eru tað kvinnurnar gerast munandi færri.
Floksformaðurin sigur, at í framtíðini er hetta størsta avbjóðingin fyri føroyska samfelagið yvirhøvur og tí eigur øll politisk orka at brúkast til venda gongdini.
Høgni Hoydal staðfestir eisini, at fyri at skapa fólkavøkstur, búskaparvøkstur, eitt ríkt mentanarlív og trivnað um alt landið, er neyðugt at fara undir eitt miðvíst arbeiði fyri at at økja um útbúgvingarmøguleikarnar.
- Tí er neyðugt at økja um talið av hægri lestrarplássum, miðallongum útbúgvingum, miðnámsútbúgvingum, møguleikum fyri fjarlestri, eftirskúlatilboðum og eftirútbúgvingarmøguleikum, leggur hann afturat.
- Men tað er eisini neyðugt at gera íløgur í bústaðir til lesandi, sigur Høgni Hoydal.
Alt er klárt
Hann vísir á, at lógin um Húsalánsgrunnin er broytt við tí endamáli at gera grunnin til høvuðsamboð til at broyta bústaðarmarknaðin í Føroyum við tí endamáli at lækka kostnaðarstøðið og útvega fjølbroyttar bústaðarmøguleikar hjá ymsum samfelagsbólkum.
- Tá ið lógin varð broytt var fleiri ferðir víst á, at víst á, at eitt av endamálunum var, at landsstýrið skuldi taka stig til gera avtalur við Húsalánsgrunnin og kommunur og kanska onnur feløg ella stovnar, um at byggja bæði leiguíbúður og lestraríbúðir.
Formaðurin í Tjóðveldi staðfestir, at fleiri kommunur og onnur, eru áhugað at byggja lestrarbústaðir saman við Húsalánsgrunninum.
Men fyri at fáa gongd á málið av álvara, eigur landsstýrið at ganga undan, heldur Høgni Hoydal.
Hann vísir eisini á, at lógin heimiðlar eisini landsstýrinum til at veita stuðul til at byggja og reka av lestraríbúðir.
- Sostatt manglar bara, at landsstýrið tekur stig til at fáa hetta í lag, sigur Høgni Hoydal.
1.500 krónur
- Tað er harðliga tiltrongt at fáa fleiri íbúðir til lesandi og lærlingar.
- Teitur Vágadal, næstformaður í ráðnum fyri MFS, heilsar uppskotinum frá Tjóðveldi um at byggja íbúðir til fólk undir útbúgving, vælkomnum.
- Eg vóni at uppskotið fær eina góða og sakliga viðgerð, at tað er stórur tørvur á slíkum bústaðum, sigur hann
- Studingurin er ikki høgur og tað er sera dýrt at leiga, samstundis sum at útboðið av bústaðum er lítið, leggur hann afturat.
- Hetta merkir, at nógv lesandi búgva á bygd og ferðast langt frá heimi til útbúgvingarstað hvønn dag.
- Sjálvur veit hann um fólk, sum hvønn dag ferðast tríggjar tímar til og frá skúla.-
- Tískil halda vit, at tað avgjørt er ein gongd leið at byggja fleiri íbúðir til lesandi og lærlingar.
- Hevði gongd komin á slíka bygging, hevði tað verið gleðiligt, sigur Teitur Vágadal.
- Hann er samdur í, at góðir útbúgvingarmøguleikar eru ein týðandi táttur í royndunum at steðga fráflytingini.
- Í hesum sambandi eru nettupp bústaðarmøguleikarnir ein týðandi táttur, sigur hann.
- Men hann leggur afturat, at slíkir bústaðir mugu verða bíligir.
- Sum studningurin er nú, kann eitt kamar við felags køk og stovu ikki kosta meiri enn 1500 krónur um mánaðin í mesta lagi, sigur Teitur Vágadal.










