Jødisku niðursetufólkini á Vestara Áarbakka ætla eftir øllum at døma ikki at gera eftir boðunum frá stjórnini um at flyta haðani.
Seinastu dagarnar hava niðursetufólkini skipað fleiri sokallaðar ávaringarstøðir. Talan er um húsvognar, sum eru settir á støðum, har ísraelski herurin fyri nøkrum døgum síðani javnaði fleiri slíkar ávaringarstøðir við jørðina. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP hava niðursetufólkini bygt fleiri ávaringarstøðir, enn herurin hevur brotið niður ella flutt.
Ariel Sharon, forsætisráðharri, hevur í fleiri ár verið talsmaður fyri jødisku búsetingini í teimum hersettu palestinsku økjunum, men sambært teirri seinastu friðarætlanini skal Ísrael taka minst 60 prosent av teimum búsetingunum, sum eru bygdar seinastu tvey árini.