Byggja 69 íbúðir í Havn – skerja CO2 útlátið 60 prosent

Nýggjastu íbúðirnar hjá Bústøðum í Havn eru slóðbrótandi

Tað gongur fram á at byggja íbúðirnar hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn. Tilsamans er talan um 69 íbúðir og eitt felagshús.Talan er um leigubústaðir, sum verða bodnir til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum. Verkætlanin er í fýra byggistigum. Fyrsta byggistigið við 10 íbúðum varð tikið í nýtslu seint í 2020, men næsta byggistigið, sum er einar 20 íbúðir, verður tikið í nýtslu nú í summar. Og gongst sum ætlað, verður triðja byggistig, ið eisini er einar 20 íbúðir, liðugt um ársskiftið.

 

 Men Bústaðir og byggifyritøkan HVT hava júst gjørt sáttmála um fjórða byggistig, ið er 19 íbúðir og eitt felagshús.

 

##med2##

 

 Tað serliga við byggistig fýra er, at tað verður bygt við CLT-timbri, ella Cross-Laminated Timber, ið er eitt burðardygt og umhvørvisvinarligt tilfar. Hetta er fyrsta verkætlan í Føroyum av hesi stødd, har meginparturin av innilokaða bygninginum er úr CLT-tilfari.

 

Ein varislig meting vísir, at tað ber til at spara 60 prosent í CO2 útláti við at brúka CLT, heldur enn  um bygt varð við betongi. Eisini hevur CLT tann fyrimun, at tað er lættari at seta upp, og sostatt tekur arbeiðið eisini nógv styttri enn annard

 

Eftir ætlan verður fjórða byggistig liðugt um ársskiftið 2023-2024, siga Bústaðir í tíðindaskrivi í dag.

 

Myndin vísir, hvussu fjórða byggistig fer at síggja út: Eftirgjørd mynd: Kontrast Arkitektar