Byggja 22 leiguíbúðir í 15 mánaðir

- Hetta skulu vit nokk klára. Íbúðirnar verða millum 60 og 80 fermetrar til støddar, og hetta svarar til eini 13 sethús, sigur Jákup Suni Joensen.

- Vit eru endaðir í einari stórari verkætlan hjá Bústøðum, har vit skulu byggja 22 leiguíbúðir á Óðinshædd í Havn, sum skulu standa lidnar um fimtan mánaðir.

 

Tað sigur Jákup Suni Joensen, sum saman við Anga Johannesen eigur byggifyritøkuna Bulur á Signabø.

 

- Talan er um 22 íbúðir í tilsamans sjey bygningum - fýra bygningar við fýra íbúðum í hvørjari og tríggir bygningar við tveimum íbúðum í hvørjari.

 

Hann sigur, at tað er fyritøkan H.W.Lützen, sum hevur staðið fyri lendisarbeiðnum, og Demich fer at taka sær av hita-og ventilatión.

 

- Okkara partur verður betong-, timbur-, snikkara-og málingaarbeiði, og vit hava eisini undirveitara til el-arbeiði. Stoypast skulu soklar, gólv og onkrir brandveggir, sigur hann.

 

Jákup Suni vísir á, at í slíkari bygging, sum Bústaðir standa aftanfyri, verður arbeitt við alternativum og sonevndum grønum hitaloysnum.

 

Nakrir soklar eru stoyptir í byggingini á Óðinshædd, og í mars/ apríl næsta ár skulu allar 22 leiguíbúðirnar standa lidnar.

 

- Hetta skulu vit nokk klára. Íbúðirnar verða millum 60 og 80 fermetrar til støddar, og hetta svarar til eini 13 sethús ella so.

 

Jákup Suni Joensen sigur, at Bulur plagar at byggja eini tíggju sethús um árið, men tá verða ikki øll húsini leverað lyklaklár.

 

- Verkætlanin hjá Bústøðum er ikki nógv øðrvísi enn tað, sum vit vanliga fáast við. Hetta er bara ein rúgva av íbúðum saman, og eg ivist onga løtu í, at vit fara at klára hetta innan givnu tíðarrammuna, sigur hann.

 

Tað er arkitekturin, Palli Gregoriussen, sum hevur teknað, og høvuðsarbeiðstakari er Sp/f Bulur á Signabø.