Fíggjarkreppan hevur stóra ávirkan á byggivinnuna í Danmark, og arbeiðsloysið í vinnuni veksur skjótt Arbeiðsloysið í donsku byggivinnuni er vaksið 31 prosent tær seinastu vikurnar, og á vindeyga- og køksvirkjunum er tað vaksið 25 prosent í sama tíðarskeiði.
-Vit kunnu rokna við, at vit fáa í minsta lagi millum 50.000 og 75.000 arbeiðsleys ta komandi tíðina, sigur Otto Nielsen hjá Træ Industri Byg við danska kringvarpið.
Danska byggivinnan er eisini meint rakt av, at fleiri fyritøkur í vinnuni eru farnar á húsagang í seinastuni, og sambært Otto Nielsen eru eingi útlit til nakran bata.
Hóast ta skeivu gongdina er arbeiðsloysið í byggifakunum framvegis bara 1,9 prosent.
Samstundis vísa nýggj tøl, at fyri fyrstu ferð í fleiri ár veksur arbeiðsloysið í Danmark.










