Byggivinnan stóra framgongd

Byggivinnan rindaði 19 milliónir meira í løn fyrsta ársfjórðingin í ár enn somu tíð í fjør

Fyrsta ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingar 1.824 milliónir krónur, og tað er tað sama sum undanfarnu tveir ársfjórðingar.  Lønargjaldingarnar gjørdu eitt lop í triðja ársfjórðingi 2013, tá tær fóru upp um 1,8 milliard, og síðan hava tær verið á sama stigi.


Hetta vísur nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Fyrsta ársfjórðing 2014 vóru útgoldnar 1.739 milliónir í lønum, tað eru 63 milliónir fleiri enn fyrsta ársfjórðing 2013. Framgongdin er 3,7% sum er tann størsta síðan 2007.

Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, og størsta framgongdin er í byggivinnuni. Byggivinnan rindaði 219 milliónir í lønum fyrsta ársfjórðing, og tað er 19 milliónir meira enn í 2013. Framgongdin er nærum 10%.

 

Í hinum høvuðsvinnugreinunum var framgongdin millum 1,3% og 4,4%