Hetta er aðru ferð, at Havnar Timburhandil skipar fyri einum túri til eina byggimessu í Danmark. Fyrsti túrurin var á vári í 1998.
? Orsøkin til at hetta bleiv eitt afturvendi tiltak var, at túrurin seinast eydnaðist sera væl, og vit hava eisini sæð nógv positiv ting í byggivinnuni síðani tá. Vit hava sæð at brúkarin setur stór krøv til okkum, hann skal jú levera so góðar framleiðslur til sína kundar sum gjørligt. Vit hava eisini fingið prísin niður á byggaríi, og góðskan er eisini blivin betri, sigur stjórin í Havnar Timburhandli, Heini Fossá.
Ørsøkin til at Havnar Timburhandilin av fyrstan tíð fór at skipa fyri eini ferð til eina messu uttanlands var, at Timburhandilin mettir, at hann er við at avgera hvat tilfar verður brúkt innanfyri føroyska byggivinnu.
? Fyri at vísa kundunum, hvat hendir uttan fyri landoddanar, hildu vit, at tað var rætt at fara á eina messu. Tí vit hildu, at hetta kundi hækkað støðið í føroyskari byggivinnu, sigur Heini Fossá.
? Á henda hátt gera kundarnir hjá okkum eftirspurningin meira kreativan, teir keypa ikki bara tað, sum við siga, Nei, teir eru við til at keypa vørur heim. Hetta ger, at vit fáa góða framleiðslu, sigur Heini Fossá.
Byggja flottari hús fyri ein bíligan penga
Vit spurdu Heina Fossá um tað var nakað serligt hann legði til merkis á messuni.
? Tað vóru serliga tey kreativu tingini, sum er blivin nógv bíligari. Tað, sum næstan ikki vóru keypandi fyrr, er fallin nógv í prísi, t.vs hurðar, vindeygu, træsotir. Tað er serliga innandura, at tað hendir nógv. Um ein byggir í dag, kann ein uttan iva fáa flottari hús fyri ein bíligan penga, enn ein kundi fyri nøkrum árum síðani.
Nógv virkemi
Havnar Timburhandil hevur í dag sera stórt virksemi.
Sølan gongur við rúkandi ferð, og umsetningurin er vaksin sera nógv seinastu árini. Teir hava tríggjar deildir í Tórshavn, á Sandi og á Kambsdali.
? Ætlanin er ikki at fara undir at gera fleiri deildir, vit ætla av geva eina so góða tænastu til kundanar hjá okkum sum gjørligt, sigur Heini Fossá.
Fyri at betra um umstøðurnar hjá Havnar Timburhandli í Tórshavn, er avgjørt at taka bygningin har Idé Møblar halda til í løtuni upp í Timburhandilin. Hetta er ein bygningur upp á 3000 m2.
? Hetta fer at gera tað nógv rúmligari hjá Havnar Timburhandli, so vit rokna við at við fáa fleir sera væl nøgdar kundar, sigur Heini Fossá.
Ikki avgjørt um túrur verður gjørdur aftur
? Tað er ikki avgjørt enn, um hetta verður eitt aftur vendandi tiltak, sigur Heini Fossá.
?Tað hendir sera nógv á marknaðinum, so eingin veit um hetta er tað rætta um eitt ella tvey ár. Men tað er einki at ivast í at Havnar Timburhandil, fer at gera sítt íkast fyri at menna byggivinnuna í Føroyum, vit ætla at kunna okkara handverkarar, sum teir ikki standa aftan fyri aðrar, sigur Heini Fossá.









