Hamarin og blyanturin eru lagdir á hillina. Konan hevur pakkað taskuna hjá teimun flestu. Klokkan er tvey og tað er hósdagur tann 23 mars.
Tað byrjar at fyllast í Timburhandlinum á Hálsi í Havn, menn eru sera kátir og gleða seg nógv til at sleppa til Danmarkar. Støvið í hálsinum verður skolað niður við onkrum góðum, og menn snakka nógv um bygging og ikki minst um politikk.
Onkur heldur fyri »bara við ikki fáa somu viðferð frá dønum sum Arnfin Kalsberg fekk frá Nyrup.« Men so var ikki, Heini Fossá, stjóri í Timburhandlinum, hevði verið niðri og gjørt alt fyrireikingararbeiðið til lýtar, so her var einki at seta fingurin á. Men føroyingar vóru ofta noyddir at svara uppá henda spurnigin. Hvorfor vil i have selvstyre?
Glasull er søga
Fríggjamorgunin var skipað fyri einari vitjan hjá Isover-fabrikkini í Vamdrup. Fyri flestu føroyingar er navnið Isover ókent, men sigur ein glasull, so fær tað onkrar klokkur at ringja. Orsøkin til at teir eru farnir frá at brúka navnið Isover er, at fyritøkan er ein partur av einari alheimsfyritøku, sum ynksti at allar fyritøkurnar í teimun ymsu londunum skuldu eita eins.
Vit vóru vístir runt á fabrikkini, hon er sera stór, altð øki er einar 200.000 m2, og virkið sjálvt er einar 60.000 m2. Restin er goymslupláss og parkeringsøki.
Vit sóu hvussu Isover verður framleitt. Hetta vóru sera stórar og framkomnar maskinur, sum arbeiddu alt døgnið. Framleiðslan er 140 tons um dagin, og ársframleiðslan er so stór, at hon røkkur eina ferð runt um jørðina, har jørðin er tjúkkast.
Isover er næstan bara luft, 99,4%, hini 0.6% eru glas og bindievni. Helmingurin av glasinum, sum verður brúkt, er endurnýtsluglas. Glasið verður malið í einari kvørn í lítil stykki, og síðani verður tað hitað upp.
? Føroyingar hava keypt nógv glasull tey seinastu árini. Vit hava umleið1/3 av tí føroyska marknaðinum, sigur Ulrik Nordhagen.
? Men vit vilja sjálvandi hava ein størri part av marknaðinum, leggur hann aftrat.
Uppá fyrispurning um, at steinull er betri til ljóðbjálving enn Isover, sigur Ulrik, at hetta hava teir mált, munurin liggur undir 3 desibel, og tað kann oyra ikki hoyra.
Byggarí 2000- tann størsta nakrantíð
Seinnapartin var farið á messuna í Fredricia, sum var hildin í Fredricia Messesentur í døgunum 21.-25. marts. Hetta er higartil størsta byggimessa í Danmark. Tað vóru 250 framsýnarar, sum høvdu eina vídd upp á 24.000 kvadratmetur.
Á messuni kundi tú síggja alt innan fyri byggivinnuna, líka frá seymi til tøk. Tað, sum hugtók ein, var hvussu nógvir útbjóðarar eru. Kappingin er sera hørð innan byggivinnuna. Hetta førir við sær, at brúkarin fær eina góða góðsku fyri ein bíligan pening
Internetið verður brúkt í byggivinnuni
Byggivinnan er eisini farin undir at brúka internetið nógv. Internetið var eisini ein natúrligur partur av messuni. Á flestu básum kundi tú siggja teldur, sum vístu til heimasíður innan fyri byggivinnuna, og eisini kundi ein síggja fleiri portalar, sum vístu til internet heimasíður innan fyri byggivinnuna.
Eisini verður internetið brúkt til at projektera við, so tað kann ganga skjótari at fáa eitt arbeiði liðugt, og fáa at vita hvat tað kostar. Eitt sum hugtók fleiri byggimeistar var, at ein kann fáa tekningar av einum arbeiði inn á telduna hjá sær. Tað er sera nemt at finna útav, hvat tilfar ein skal brúka, og um ein manglar okkurt, ella tað eru onkrir spurningar, so er bara at senda eitt mail til teknistovuna, so sendur hon tær eina tekning, um tað er hana tú manglar.
Nógv fólk á messu
Messan var sera væl vitjað, serliga vóru nógv fólk á messuni fríggjadagin. Tað vóru serliga timburmenn, sum nýttu seinnapartin av fríggjadegnum at fara ein túr á Byggeri 2000. Teir føroysku handverkarnir sum vóru á messuni vóru sera væl nøgdir við messuna.










