Byggivinnan eigur flestu gazellufyritøkurnar

Nógva virksemið í byggivinnuni hesi seinastu árini hevur lagt støðið undir einum nýggjum vinnuligum fyrbrigdi í Føroyum: Gazellur ella vakstrarfyritøkur

Føroyski búskapurin hevur havt gott rák tey seinastu árini og góðir fíggingarmøguleikar hava gjørt tað møguligt hjá mongum at  seta føtur undir egið borð.


Bæði vinnan og tað almenna  byggja eisini  í góðum tíðum,  hóast allar búskaparligar lærubøkur mæla tí almenna til afturhald í íløgum,  tá virksemið í landinum  er stórt. Hetta,  fyri at tálma eftirspurningin, tvs. prísvøkstri  og fyri minka um sveiggini í byggivinnuni.


Góðar tíðir  í byggivinnuni skapa stóran eftirspurning eftir føroyskum handverkarum, og tá eftirspurningurin  er størri enn útboðið av handverkarum,  tá hækkar jú prísurin.


Góðir inntøkumøguleikar hava tí verið í byggivinnuni  hesi seinnu árini og hetta sæst eisini aftur, tá hugt verið eftir, hvørjar føroyskar fyritøkur hava havt stórstan  vøkstur, tey seinastu 4 árini.



Vinnarafyritøkurnar


Í oktober mánaða í fjør fyriskipaðið Business-line saman við danska vinnublaðnum Børsen eina gazelluráðstevun í Eik Banka í Havn, har 3 tær skjótast vaksandi fyritøkur í Føroyum vóru funnar og heiðraðar. 


Høvuðskrøvini til eina gazellufyritøku eru tey, at bruttovinningurin, BV, skal vera meira enn tvifaldaður seinastu 4 árini, samstundis sum felagið ikki má hava havt hall nakað av hesum árum.



Vinnarafyritøkan 2007 gjørdist  Sp/f Jóan Petur Vang,  Oyri.  Felagið er ein byggifyritøka, ið hevur sítt  mesta virksemið í Sundalagnum.


Nr. 2 gjørdist Sp/f El.fo ið veitir tænastur innan el-inlegging, mest í høvuðsstaðarøkinum.


Nr. 3 gjørdist Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur, ið rekur arkitektavirki í Tórshavn.


Sostatt átti byggivinnan allar gazelluvinnararnar í 2007.





26 gazellur í 2007


í 2007 vóru tilsamans vóru 26 føroyskar fyritøkur, ið kundu krýna seg við heitinum “gazella”.  Av hesum 26 eru  9, ella  meira enn triðja hvør fyritøka,  ið hevur sítt mesta virksemið innan byggivinnuna:


            Vøkstur í BV

Gazellufyritøkur í byggivinnuni     2003-2006


1.   Sp/f Jóan Petur Vang , Oyri            438%

2.   Sp/f El.fo, Argir            393%

3.   Sp/f SN. Arkitektur, Tórshavn        283%

4.   Sp/f Eikin, Tórshavn            253%

5.   P/f  360* , Tórshavn            203%

6.   Sp/f TN Bygging, Saltangará        198%

7.   Sp/f Inventartænastan , Tórshavn        178%

8.   Sp/f Húsavarðatænastan, Tórshavn        160%

9    Sp/f  MAP arkitektar,  Tórshavn                        120%

      


Barometrið fellur


Sum øllum kunnugt er ferðin á føroyska búskapinum minkað nakaði hetta seinasta árið og hetta ávirkar eisini byggivinnuna.


Áhugavert verður tí at kanna, um vinnugreinin  “bygging”  megnar at  halda tørn og aftur gerast gazelluvinnari í 2008.  Tað fara vita at frætta nærri um til heystar.

                                 







Myndatekstur



Gazellutiltakið, sum Business-line saman við Børsen fyriskipaði í Eik Banka í fjør, fekk nógva umtalu í stóra danska vinnublaðnum BØRSEN.


Á myndini handar blaðstjórin á Børsen, Leif Bech Fallesen eina gazellustandmynd til  Jóan P. Vang,  gazelluvinnara í 2007.  Við lið blaðstjórans stendur Bjarni Olsen, stjóri í Eik banka við heiðursskjali til vinnaran.

Mynd: Rógvi Sivertsen



Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur

Business-line

www.bl.fo