Byggivinnan ber vøksturin í lønum

Verður hugt eftir trendinum í lønum í høvuðsvinnubólkum, sæst, at fiski- og alivinnan hava havt afturgongd seinastu fýra mánaðirnar. Hetta, saman við at privatu tænastuvinnurnar ikki longur hava vøkstur, ger, at lønirnar standa í stað í løtuni. Almennu tænastuvinnurnar hava ein javnan vøkstur yvir eitt langt tíðarskeið og leggja botnin, so tað er bert stóri vøksturin í byggivinnuni, sum beint nú ber vøksturin. Byggivinnan er minst av teim fýra høvuðsvinnugreinunum og megnar tí ikki einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur

 

Skal størri vøkstur verða í seinna hálvárið av 2016, er tí neyðugt, at fiski- og alivinnan aftur fara at vaksa, og at privatu tænastuvinnurnar koma úr lágvøkstrinum.

 

Kelda: Hagstovan