Hóast tíðindini frá samráðingunum millum ísraelsmenn og palestinar boða frá góðum, kann alt fara fyri skeyti tann 26. september. Tann dagin fer tann ísraelski byggisteðgurin á Vestara Áarbakka úr gildi, og byrja ísraelsmenn aftur at byggja tá, verða ikki fleiri samráðingarfundir. Tað gjørdi palestinski samráðingarmaðurin Nabil Chaath greitt í gjárkvøldið.
Palestinar kravdu undan fundinum millum Mahmoud Abbas og Benjamin Netanyahu í Washington í gjár, at Ísrael skuldi veita trygd fyri, at byggisteðgurin verður longdur, men ta trygdina fingu teir ikki.
Abbas og Netanyahu hava avtalað at hava fund aðru hvørja viku, og at fyrstu fundirnir verða tann 14. og 15. september.