Byggisáttmálar fyri fleiri hundrað miljónir

- Tað eru tær yngru kreftirnar í felagnum, Tummas Justinussen, stjóri, saman við Jens Marnar Rasmussen, ið er skipsførari og løgfrøðingur, sum í fyrsta lagi taka sær av supply-skipunum, sigur 69 ára gamli reiðarin, Osmund Justinussen. - Vit hava í løtuni sáttmálar um tvey stór supply-skip, har tað størra er út við 90 metrar langt og 20 metrar breitt. Hitt skipið er eitt lítið sindur minni, umleið 87-88 metrar langt. Skrokkarnir verða smíðaðir í Turkalandi. Hin fyrri skrokkurin verður liðugur í næstu viku og verður síðan sleipaður til Noregs, har skipið verður gjørt liðugt.

Osmund Justinussen sigur, at sambært byggisáttmálunum verður annað skipið liðugt síðst í september í ár ? og hitt næsta vár. Hesi skip eru størri enn fyrsta supply-skipið hjá okkum, Eldborg, sum kom á sumri í 2009.

- Tað eru tær yngru kreftirnar í felagnum, Tummas Justinussen, stjóri, saman við Jens Marnar Rasmussen, ið er skipsførari og løgfrøðingur, sum í fyrsta lagi taka sær av hesum, sigur 69 ára gamli reiðarin.

Í føroyskum høpi eru sáttmálarnir, sum felagið í Leirvík hevur gjørt um hesi bæði supply-skipini, millum teir stóru í føroysku skipasøguni. Sáttmálin, sum kann samanberast við hesi bæði supply-skipini, er sáttmálin um nýggju Norrønu, sum eisini mundi liggja rundan um 700 miljónir krónur.

Osmund Justinussen sigur, at tað hevur gingið væl við Eldborg, sum fyribils hevur sáttmálar fram til endan av 2012.

- Nú vóna vit, at tað eisini fer at gangast væl hjá nýggju skipunum, sigur reiðarin.