Tað er ikki hvør sum helst, ið skal gera fyrsta føroyska undirsjóvartunnilin. NCC Norge og NCC Danmark hava sligið seg saman og hava lovað at gera tunnilin fyri 168 milliónir krónur.
Samlaði umsetningurin fyri NCC, ið stendur fyri Nordic Construction Company, er einar 40 milliardir krónur um árið. Út frá hesum er tað ikki so nógv, at NCC fær góðar 34 túsund krónur fyri hvønn av teimum 4900 metrunum, ið boraðir verða undir Vestmannasundi.
NCC Norge stendur fyri sjálvari tunnilsgerðini, meðan NCC Danmark tekur sær meira av samskipan og umsiting. NCC Norge hevur drúgvar royndir við fleiri enn tjúgu tunnilsgerðum, og fyri kortum varð seinasta hond løgd á ein 7 kilometra langan, norskan undirsjóvartunnil. Og NCC Norge hevur eisini gjørt heimsins longsta vegtunnil.
Verður tættur
Økisstjórin hjá NCC Danmark, Niels Larsen, lovar føroyingum ein tættan tunnil fyri tær 168 milliónirnar.
Uppruna tilboð okkara var upp á 151 milliónir, men vit hava fyri 17 milliónir aftrat átikið okkum størri ábyrgd at fáa tunnilin tættan, sigur Niels Larsen.
Sjálvandi kann ein undirsjóvartunnil ikki gerast heilt tættur. Tað letur seg nevniliga ikki gera. Men hvat um Vágatunnilin lekur meir enn teir 300 litrarnar pr. kilometur um minuttin.
Tað verður okkara trupulleiki, sigur økisstjórin hjá NCC og leggur aftrat, at allur sjógvurin verður samlaður í ein tanga undir tunlinum og verður so hvørt pumpaður útaftur.
Krevur handahógv
Tað er ikki bara sum at siga tað, tá ein skal í holt við ein undirsjóvartunnil. Og tað hevur sanniliga nógv at siga, at man hevur roynt slíkt arbeiði áður.
Vit spyrja tí Niels Larsen, hvat er tað torførasta í einum slíkum arbeiði.
Tað er sjálv spreingingin inni í holinum. Henda má ikki verða ov veik, eiheldur ov sterk. Spreingjast skal við serligum handahógvi, tí gróti skal rapa niður og eitt sindur út. Og nøgdirnar skulu vera soleiðis, at tær skjótt og lætt kunnu koyrast vekk, so ein kann spreingja víðari, sigur Niels Larsen.