Byggir í Mykinesi

Í Mykinesi standa í løtuni eini sethús í gerð. Tað er ein mið-vingur, sum er fluttur í oynna at vera uppsitari, ið byggir

Miðvingurin Kjell Nattestad er so glaður fyri at vera í Mykinesi, at hann er farin undir at byggja í oynni.
Langt er ímillum, at sethús verða bygd í Mykinesi. Men fyri nøkrum árum síðan bygdu Katrina Johannesen, sum er úr Mykinesi, og Esbern í Eyðansstovu úr Sandavági í bygdini. Og nú er annar vágamaður farin at byggja har úti.
Kjell Natestad sigur, at honum dámar væl at ferðast í náttúruni og at fáast við kríatúr. Og bæði tvey fær hann í ríkiligt mát í Mykinesi, so hann hevur gjørt av at verða verandi har úti.
Hann hevur ikki nakað fast at koma til soleiðis, sigur hann. Røktar á Borgardali fyri onnur. Og so fæst hann eitt sindur við at venja hundar fyri fólk.
?Talan er um seyðahundar, leggur hann dent á. Border Collie hudnar, sum fólk annaðhvørt kunnu senda mær út í oynna at venja, ella hvølpar frá mær sjálvum, sum eg venji og selji fólki.
Tað nyttar tó ikki at koma við puddelhundum, schefarum ella øðrum hundum av ymsum uppruna. Tað tekur hann ikki upp á seg, sigur Kjell Nattestad.
Men hetta við at selja hvølpar undan egnari tík, er rættiliga avmarkað, tí hann hevur bara eina tík, og hon hevur bara lagt einaferð, sigur hann.