##med2##
Kendi, danski ríkmaðurin, Niklas Nicolajsen, sum er langabbasonur, fer nú undir eitt tiltak fyri at hjálpa føroyingum, sum fara til Keypmannahavnar at lesa.
Í hesum sambandi hevur hann keypt eitt grundstykki upp á 1.100 ferðmetrar á Glasvej í Nørrebro í Keypmannahavn, og har ætlar hann at byggja íbúðir til ungar føroyingar, sum fara til Keypmannahavnar í lestrarørindum.
Hann sigur, at talan verður um 50 ella 51 íbúður og hann sigur, at ætlanin er at tær skulu vera bíligar at leiga. Tað merkir, at tær verða leigaðar út fyri eina leigu, sum er undir vanligum marknaðarprísi í keypmannahavn.
Íbúðarblokkurin verður uppkallaður eftir kendastu vinnulívsmonnum í Føroyum, sostatt fær tað navnið Kjølbro Kollegiet. Hetta er tí, at Niklas Nicolajsen er av Kjølbro ættini í Klaksvík. Langabbi hansara var Jógvan Kjølbro og abbi hansara var Ewald Kjølbro.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Niklas Nicolajsen greiða frá á FM1, um, hví hann fer undir hetta sermerkta tiltakið











