Byggir helst nýggju skipini í Spaniu

Ragnar S. Olsen, reiðari, vísir á, at teir eisini hava kannað møguleikarnar at byggja skipini í eitt nú Danmark og Kina, men hann væntar, at teir aftur hesaferð enda í Vigo í Spaniu

Fiskivinna

Mangt er, sum bendir á, at reiðaríið, P/F Beta í Saltangará, fer at byggja teir nýggju trolararnar, sum felagið skal hava, í Spaniu, har teir eisini bygdu Bak og Stelk. Tað var skipasmiðjan, M. Cies í Vigo, sum bygdi skipini, ið reiðaríið hevur verið væl nøgt við.
- Vit høvdu góðar royndir av at samstarva við spaniólar, og vit vóru nøgdir við prísin. Tí bendir nógv á, at tað verður hendan skipasmiðjan, sum fær sáttmálarnar um nýggju trolararnar.
Ragnar S. Olsen, reiðari, vísir á, at teir eisini hava kannað møguleikarnar at byggja skipini í eitt nú Danmark og Kina, men hann væntar, at teir aftur hesaferð enda í Spaniu.
Umhugsað hevur sjálvsagt eisini verið at byggja í Føroyum, men einki er, sum bendir á, at so verður.
- Vit noyðast at hyggja at tí fíggjarliga partinum og at byggja har, sum vit fáa tað besta tilboðið, sigur reiðarin.
Stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Gunnar Mohr, sigur í samrøðu við Vinnuvitan, at skipasmiðjan hevur ongan møguleika at levera skipini til P/F Beta innan eitt ár.
- Tað er ikki hugsingur um at fáa fatur á skrokkunum so skjótt, at vit kunnu lata skipini til ta tíð, sum reiðaríið ynskir.
Hann sigur, at allar skipasmiðjur um okkara leiðir, sum byggja skipsskrokkar, hava so nógv at gera, at skipasmiðjan sleppur ikki fram at fyrr enn einaferð komandi summar.
- At byggja skrokkarnar sjálvir, ber als ikki til, tí her eru vit ikki kappingarførir í prísi, sigur Gunnar Mohr í samrøðu við Vinnuvitan.
Ragnar S. Olsen sigur, at hóast tað hevur gingið striltið, nú upsaprísirnir hava verið lágir og oljuprísirnir eru høgir, ætlar reiðaríið ikki at gevast á hondum.
- Vit ynskja at halda fram, og tí velja vit at byggja nýtt, sigur reiðarin.