Byggifyritøkan Norðsetur í Hvalvík hevur í løtuni trý støk sethús í gerð í høvuðsstaðarøkinum. Tey eini húsini verða bygd við Villingardalsvegin í Havn. Hetta eru eini størri sethús.
Í Hjaltarók í Havn byggir Norðsetur eisini eini vanlig sethús og sama er í Traðargøtu á Argjum.
Helgi Olsen, stjóri í Norðsetur, sigur, at sethúsini við Villingardalsvegin og í Hjaltarók eru liðug uttan, og nú verður arbeitt við el og hita.
- Við Norðskála byggir Norðsetur eisini ein handilsbygning, sum verður millum 900 og 1000 fermetrar stórur, leggur hann aftrat.










