Byggingin útsett fýra mánaðir

Í øllum førum fýra mánaðir fara at ganga, áðrenn byggingin í Vallalíð kann halda fram

BYGGING
Heri á Rógvi
Tey minnisveiku og teirra avvarðandi mugu brynja seg við tolni. Í øllum førum tey, sum ætla sær í heimið fyri minnisveik í Vallalíð.
Hóast framhaldssøgan um helst kendasta byggingina í Føroyum í løtuni nærkast einum enda, so er eitt fitti petti eftir enn.
Tórshavnar býráð samtykti á eyka býráðsfundi týskvøldið at broyta byggisamtyktina fyri A1 økið, ið heimið fyri minnisveik verður bygt í.
Hetta er síðsta stig í einum drúgvum máli. Upprunaliga var ætlan at byggja eitt heim fyri minnisveik í Vallalíð. Heimið skuldi kostað 16 milliónir at byggja, og landið og Tórshavnar kommuna skuldu býta útreiðslurnar ímillum sín. Og alt byrjaði eisini væl. Báðir partar sannaðu, at stórur tørvur var á einum tílíkum heimi, og fyrsti spakin var settur í av landsstýrismanninum og umboðum fyri kommununa.
Eitt sindur seinni byrjaðu trupulleikarnir.
Fyrst kærdu grannarnir sína neyð. Teir hildu ikki, at byggingin kundi halda fram á økinum. Hetta endaði so fyrst við, at byggilendi varð lækkað, og málið endaði seinni á borðini hjá Oljumálaráðnum, sum er myndugleiki á økinum.
Lækkanin av byggilendinum fer samanlagt at kosta omanfyri eina millión, væntar Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Í rættin
Eftir at Oljumálaráðið hevði gjørt eina niðurstøðu í málinum, sum segði, at byggingin ikki var í tráð við byggisamtyktina hjá Tórshavnar kommunu og álegði kommununi at steðga byggingini, endaði málið í Løgmálaráðnum og so aftur í Oljumálaráðnum.
Tórshavnar kommuna vildi ikki steðga byggingina, og Oljumálaráðið legði málið fyri fútarættin, sum álegði fútaforboð.
Men hóast Tórshavnar býráð nú hevur samtykt eina broyting í byggisamtyktini, so er málið ikki loyst av hesi orsøk.
Málið er nevniliga lagt fyri Føroya rætt.
Tað er soleiðis, at skal fútaforboðið framvegis vera galdandi, so má málið fyri Føroya rætt, og hetta hevur Oljumálaráðið so nú gjørt.
Hesum váttar Rókur Tummasarson, fulltrúi í Oljumálaráðnum.
Tá ein tílík broyting í einari byggisamtykt verður gjørd, so skal hendan fyrst lýsast alment og skal hon liggja frammi í tríggjar vikur. Fólk hava tríggjar mánaðir ? íroknað tær tríggjar vikurnar ? at lata býráðnum viðmerkingar til málið.
Síðani fer málið niðan til Oljumálaráðið til góðkenningar, har ein býarplansnevnd skal taka støðu til málið.
Rókur Tummasarson sigur, at nevndin er mannað við umboðum fyri Tórshavnar kommunu og Føroya kommunufelag og nøkur umboð fyri landið. Hann dugir ikki at siga nakað um, hvørt tað er sannlíkt, at broytingarnar verða góðkendar.
Hetta ger alt saman, at byggingin í Vallalíð er steðgað í øllum førum í fýra mánaðir. Jan Christiansen roknar við, at tað í besta føri verða talan um fýra mánaðir, men roknast kann við fimm, og tað er summarið eisini væl og virðiliga farið.
Stórur tørvur
Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, heldur tað vera stórt spell, at málið er komið hertil.
?Tørvurin er stórur eftir einum tílíkum heimi, og vit halda tað vera stórt spell, um hetta nú skal draga út enn longur, sigur Jan Christiansen.
Hann sigur, at meirilutin í býráðnum ynskti ikki at draga málið longur út, og byggisamtyktirnar vóru tískil samtyktar.
Hann sigur seg eisini harmast um, at tað ikki hevur eydnast at finna eina betri loysn.
Longda byggitíðin fer at kosta Tórshavnar kommunu pengar, men borgarstjórin veit ikki í skrivandi stund hvussu nógv.
Hann avvísir als ikki, at kommunan fer at reisa endurgjaldskrav móti Oljumálaráðnum, um tað skuldi komið so langt.
Annars atkvøddu limirnir hjá Tjóðveldisflokkinum í Tórshavnar býráð ímóti broytingunum í byggisamtyktini.
Hvat er eitt rúm?
Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni, so snýr broytingin í byggisamtyktini seg um eina orðing. Tað er serliga týdningurin av orðinum rúm, ið skilir Oljumálaráðið og Tórshavnar kommuna.
Oljumálaráðið heldur, at hetta er eitt rúm, t.e. eitt rúm í einum húsum. Tórshavnar kommuna heldur hinvegin, at talan er um at geva rúm, t.e. á økinum verður pláss fyri.
FAKTA
Broytingarnar, sum Tórshavnar býráð samtyki týskvøldið, eru gjørdar í grein 5 stykki 1 í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavn ?  Ásetingar fyri umráðispartarnar A1 í 3. grundumráði. Broytingarnar eru soljóðandi:
Frá
Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frábyggivaldinum - tvíhús, raðhús og ketuhús og tílíkar bústaðir fyri eitt húski.
Í samband við búðstaðirnar skal tó bera til at gera rúm til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir dámin á økinum sum sethúsabýlingur.
Til
Loyvt er einans at byggja stakhús við í mesta lagi tveimum íbúðum og - eftir serloyvi frábyggivaldinum - tvíhús, raðhús og ketuhús og tílíkar bústaðir fyri eitt húski.
Í sambandi við búðstaðarøki kann byggivaldið geva serloyvi til at byggjast kunnu handlar, smærri vinnuvirki og stovnar, ið natúrliga hoyra býlinginum til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir dámin á økinum sum sethúsabýlingur.