Nú 1. byggistig er í gongd, er ongantíð ov skjótt at fyrireika víðari bygging av 2. og 3. byggistigi. Vit mæla tí til at leggja hesi bæði byggistigini saman og byrja fyrireikingarnar alt fyri eitt
Eftir uppruna tíðarætlanini stendur 1. byggistig liðugt í 2018. Hóast byggingin er seinkað, verður enn sagt, at hetta fer at halda. Um so verður, er tíðin búgvin til at vit fara í holt við at fyrireika 2. og 3. byggistig. Enn fyriliggur ongin kostnaðarmeting av hesum báðum írestandi byggistigum. Byggingin sum nú er í gongd fevnir um skúlagarð/útiøki, heimaøki 1. til 9. flokk (við fýra sporum), serøki og felaghøll við tænastudepli og matarhøll. Kostnaðurin er 100 mió. kr.
2. og 3. byggistig leggjast í eitt
Tað er umráðandi, at býráðið sær álvaran í, at henda verkætlan á ongan hátt má taka longri tíð enn hægst neyðugt. Umstøðurnar í byggitíðini eru sera strævnar, serstakliga fyri tey sum dagliga hava sína gongd á skúlaøkinum. Vit mæla tí til, at fyrireikingin til 2. og 3. byggistig verður framd soleiðis, at hesi kunnu leggjast í eitt byggistig. Hetta vil gera, at samlaða verkætlanin verður skjótari liðug og at vit hava ein fultútbygdan skúla fyrr, enn nú liggur í kortinum.
2. byggistig fevnir um fyrisiting, fakhøli, Gigni, útiøki og valskúlan. 3. byggistig fevnir um fimleikahallir, tannlækna, forskúla og útiøki. Sigast skal, at spurningurin um vit skulu hava forskúla, enn ikki er viðgjørdur í býráðnum.
Uppruna tíðarætlanin, við byrjan av bygging í 2015, legði upp til ein fulútbygdan skúla í 2021. Sum tíðin gongur, meta vit, at vit bert megna hetta, um vit byggja 2. og 3. byggistig í einum.
Vit í Fólkaflokkinum halda ikki, at vit kunnu bjóða okkara børnum, foreldrum teirra og starvsfólkum dagliga at virka á einum byggiøki longri enn hægst neyðugt. Tá ið vit hava fultútbygdan skúla lidnan í 2021, hevur byggingin vart í 7 ár, og tað er ein ógvuliga stórur partur av lívinum hjá einum skúlabarni. Hetta er ríkiliga leingi, tí eiga vit at leggja okkum eftir at skipa byggingina uppá styttri tíð.
Vit vóna at fáa breiða undirtøku fyri at framskunda byggingina við at leggja bæði írestandi byggistigini saman.
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráði
Gunvá við Keldu
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen
Erling Petersen