Byggingin fer í gongd

Seinastu fyrireikingarnar til nýggju háborgina hjá Føroya Tele eru lidnar, og í næstum fer sjálv byggingin í gongd. Nýggi bygningurin í Hoyvík er mettur at kosta 94 milliónir krónur.

Føroya Tele hevur nú endaliga gjørt sáttmála um bygging av nýggja høvuðssætinum í Hoyvík. Talan er um ein bygning, 6600 fermetrar til støddar, ið skal hýsa bæði skrivstuvu, teknikk-, verkstaðs- og goymskuhølum. Tilsamans fara 170 fólk at starvast í nýggja bygninginum, tá hann verður tikin í nýtslu um stívliga tvey ár. Og tá verður alt virksemið hjá Føroya Tele, undantikið Teledepilin, savnað í høvuðssætinum á Hálsi.
Føroya Tele hevur í eina tíð fyrireikað byggingina, og nú er komið so væl áleiðis, at enterprisuavtalurnar eru undirskrivaðar, og tí kann arbeiðið fara í gongd í næstum. Føroya Tele hevur í samband við byggingina valt at royna leistin við partalag, eisini nevnt »partnering«. Tí hevur fyritøkan ikki, eins og vanligt er, bjóðað út byggingina í fak-, høvuðs- ella totalenterprisu. Í staðin hevur Føroya Tele samstarva við enterprenørfyritøkuna MT Højgaard umframt fleiri ráðgevarar, Landsbyggifelagið, Sofus M. Jacobsen og COWI Consult, um sjálva verkætlanina.

94 milliónir
Nú enterprisuavtalurnar eru undirskrivaðar, er neyvari prísur eisini settur á byggingina. Høvuðsenterprisuavtalan ljóðar uppá 80,5 milliónir krónur afturat hesum kemur kostnaðurin av ráðgevarum og øðrum, ið er mettur til 13,4 milliónir krónur. Sostætt ljóðar samlaða rokningin til almenna partafelagið fyri nýggja høvuðssæti uppá 93,9 milliónir krónur.
Í samband við partalagsavtaluna er kostnaðurin lagrud inn í eina sokallaða »incitamentsavtalu«, ið merkir, at um byggingin verður bíligari enn tær 93,9 milliónirnar, skulu partarnir býta sparingina ímillum sín. Sama verður gjørt, um kostnaðurin fer uppum 93,9 milliónir krónur.
Hóast stívliga 94 milliónir krónur má sigast at vera nógvir pengar fyri ein bygning, so metir Føroya Tele at talan er um eina góða íløgu. Felagið vísir á, at sum er húsast tey í seks ymiskum bygningum í høvuðsstaðnum, og tá høvuðssætið verður liðugt, verður alt virksemið, uttan Teledepilin, savnað á einum stað. Við hesum væntar Føroya Tele at spara millum tvær og tríggjar milliónir krónur í rakstrarkostnaði um árið.
Gamla Telefonverkið hevði høvuðssæti í stóra bygninginum við Tinghúsvegin, men tá felagið í 1998 varð umskipað til alment partafelag, yvirtók Føroya Tele ikki bygningin. Í fjør flutti felagið meginpartin av sínum virksemi úr bygninginum, meðan nógv útgerð, m.a. ambætarar, framvegis standa í bygninginum. Hesir skulu vera fluttir úr bygninginum, ið Løgtingið er í holt við at innrætta, í seinasta lagi 31.desember 2004. Og í fjør seldi Føroya Tele Tænastumiðstøðina við Tinghúsveg 64 til Fiskimálaráðið, og eisini har skal fyritøkan flyta út í næstum. Virksemið í hesum báðum bygningum verður alt savnað í nýggja høvuðssætinum hjá fyritøkuni, ið kemur at liggja í Hoyvík, við síðuna av verandi bygningi hjá Føroya Tele í Klingruni.