Byggingin á Kambsdali tekur skap

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað á Miðnámi á Kambsdali fyri at hoyra um virksemi og síggja, hvussu tað gongur við byggingini. Christian Joensen, rektari, tók ímóti og vísti runt.

Tað er júst eitt ár síðani, spakin var settur í byggingina av einum nýggjum bygningi mitt í hjartanum í skúlanum, har nýggjar náttúruvísindastovur og felagshølir skulu verða.

 

Bæði tá spakin var settur í og nú var sama dag, sum fyrsta pisan var floygd í skúlanum. Landsstýrismaðurin fekk høvi at ynskja fyrstu pisuni í ár, Jónathan Meinhardsson Jensen, til lukku við próvnum.

 

Næstu ferð, tá ið prógv skulu handast, verður tað í nýggju samkomuhøllini í skúlanum.

 

Tað setur stór krøv til allar partar, at bygging og skúlavirksemi virka lið um lið, men tað sær út til at ganga fínt við báðum. Tað gleðist landsstýrismaðurin um.

 

##med2##

 

Á Miðnámi á Kambsdali ganga 530 næmingar, sum ganga í 27 flokkum á 7 ymiskum breytum. Á Miðnámi á Kambsdali arbeiða í dag 100 starvsfólk.

 

Les meira her.