Bygging á Berjabrekku

Skyldi helst eina frágreiðing um, hvat hendi í byggi- og býarskipanarnevndini í farnu viku um ætlaðu íbúðabyggingina á Berjabrekku. Kann siga so mikið:

Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar Býráð arbeiðir við málinum um tað stóra stykkið, sum kommunan hevur selt Sp/f Høgna Mikkelsen at byggja íbúðir á á Berjabrekku.
Grannarnir omanfyri hava gjørt vart við, at byggiætlanin fevnir eisini um jørð, sum er avløgd til onnur endamál enn íbúða-bygging.
Á nevndarfundinum mánadagin varð mær greitt frá, at tey fólk, sum bygdu tey niðastu húsini undir Brúnni, á sinni fingu at vita, at fríøki var niðanfyri hjá teimum, og sambært hesum upplýsingum høvdu tey lagt sína bygging til rættis. Hetta økið hevur kommunan herfyri latið til íbúðabygging.
Nú sigur umsitingin, at ein gomul ætlan, sum tey hava leitað fram, váttar, at hesin ovasti parturin av stykkinum, sum kommunan hevur selt Sp/f Høgna Mikkelsen, upprunaliga ikki hevur verið ætlaður til bygging.
Um ætlaðu byggingina yvir móti Býlingshúsinum undir Brúnni varð upplýst, at ein partur av økinum, sum nú var ætlaður til íbúðabygging, hoyrir til Býlingshúsið, men tó ikki alt økið kring spælihúsini, sum har eru bygd.
Upplýst varð, at tekniska umsitingin nú tingast við Sp/f Høgna Mikkelsen um at broyta støðumyndina, so fyrilit verður víst teimum ásetingum, sum eru galdandi á økinum.
Í roynd og veru var málið tikið av dagsskránni fyri fundin í byggi- og býarskipanarnevndini, sum undirritaði hevði kravt tað fyri, eftir ein fund í samgonguni, men tað eydnaðist kortini at fáa hesar upplýsingar.
Rokni avgjørt við, at málið kemur fyri aftur í nevndini sum skjótast, so høvi verður til at fylgja við, hvat hendir, tí málið hevur stóran áhuga bæði í býráðnum og millum manna.
Á hesum sinni fekk eg onki at vita um spurningin um møguligt samanfall millum tað stóra stykkið, sum er selt Sjálvsognarstovninum hjá kommununi og Húsalánsgrunninum, og parkeringspláss og veg á núverandi Berjabrekku.