Bygging av vaktarskipi eigur at verða útsett

? Tá tað almenna í nærmastu framtíð skal taka støðu til bygging av nýggjari sandoyarferju, so er at vóna, at hon verður bygd í Føroyum, og sostatt kundi verið gott um eini 2-3 ár somuleiðis at bygt nýtt og nakað størri »Tjaldur«, og at hetta eisini kann byggjast í Føroyum, soleiðis at tryggjast kann framhaldandi skipasmíð í landinum fleiri ár fram, sigur Henrik Old, sum tí mælir til at útseta byggingina av nýggjum vaktarskipi, sum samgongan ætlar at byggja í Noreg

Tað er rætt, at veitt verður eykajáttan til leigu av "Beskytteren".

Sum minniluti í fíggjarnevndini eri eg av teirri áskoðan, at væl er lagt uppfyri í rakstrarútreiðslunum til "Beskytteren", serliga við manningartali og oljuútreiðslum.

Eftir teimum frágreiðingum, ið eru til taks, sæst, at "Beskytteren" er í góðum standi, hann er m.a. sandblástur fyri trimum árum síðani. Sagt verður, at ikki kann væntast nógv viðlíkahald fyrstu komandi árini.

Tímatalið fyri maskinaríið er sera lágt, tá hugsað verður um, hvønn aldur skipið hevur. Harumframt verður sagt í fylgiskjølum, at apteringin er væl hildin og er væl egnað til at hava næmingar umborð. Teir vansar, ið víst verður á, hava einki at gera við tann partin, sum hevur við fiskiveiðueftirlit at gera.


Sjóvinnunæmingar umborð

Eg eri av teirri áskoðan, at her fæst eitt skip, ið lýkur allar treytir til fiskiveiðueftirlit. Tað kann sigla í munandi verri veðri, enn tann millumloysn av einum skipi, ið ætlanin er at byggja. Hugsast má um, at "Beskytteren" er slakar 75 metrar langur.

"Beskytteren" er harumframt væl egnaður til sigling við sjómansskúlanæmingum, harumframt kundu næmingar á sjóvinnuskúlanum í Klaksvík partvís verðið úti við og sostatt fingið venjing undir "normalum" viðurskiftum.

Tá so ríkiligt av plássi er til taks, sum her er talan um, kundi "Beskytteren" eisini røkt uppgávuna sum eitt slag av føroyskum skúlaskipi, har ungir menn, sum høvdu hug til sjólívið, kundu fingið siglingstíð og eina positiva uppfatan av sjólívinum undir tryggum og skipaðum viðurskiftum.


Leiga - kanska keypa Beskytteren

Tí er Javnaðarflokkurin komin til ta niðurstøðu, at rættast er at leiga og kanska seinni keypa "Beskytteren" og um 2-3 ár fara í holt við at byggja nýtt "Tjaldur", sum er nakað størri enn hetta skipið. Eisini eigur at verða hugsað um teir trupulleikar, sum skipasmiðjurnar rundan um okkum hava nú, serliga danskar og norskar, við ov fáum ordrum.

Tá tað almenna í nærmastu framtíð skal taka støðu til bygging av nýggjari sandoyarferju, so er at vóna, at hon verður bygd í Føroyum, og sostatt kundi verið gott um eini 2-3 ár somuleiðis at bygt nýtt og nakað størri "Tjaldur", og at hetta eisini kann byggjast í Føroyum, soleiðis at tryggjast kann framhaldandi skipasmíð í landinum fleiri ár fram.

Út frá hesum er minnilutans niðurstøða, at "Beskytteren" eigur at verða leigaður og bygging av nýggjum skipi útsett.


Henrik Old

løgtingsmaður