Byggiloyvi til vindmyllur

Nes kommuna hevur nú útskrivað byggiloyvi til SEV til bygging av trimum vindmyllum á Eystnesi. Umhvørvisstovan hevur eisini hin 14. desember 2011 góðkent umhvørvisárinsmeting av nýggju vindmyllunum hjá SEV.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at SEV skal seta tríggjar nýggjar vindmyllur upp ytst á Eystnesi.

Áðrenn loyvi til elframleiðslu verður latið sambært elveitingarlógini, skal umhvørvisárinsmeting gerast av verkætlanini, og skal metingin góðkennast av Umhvørvisstovuni.

- SEV hevur latið gera umhvørvisárinsmeting, ið lýsir verkætlanina og ta ávirkan, sum verkætlanin kann væntast at hava á náttúru, umhvørvi og onnur viðurskifti. Endamálið við metingini er at tryggja, at ávirkanin er væl lýst, so sleppast skal undan óvæntaðum avleiðingum av vindmyllunum, skrivar heimasíðan.

Lagt verður aftrat, at sambært umhvørvisárinsmetingini verða markvirðini, sum eru sett í umhvørvisgóðkenningini, yvirhildin.

- Djóra- og fuglalívið í økinum kann verða ávirkað av verkætlanini, men mett verður, at tað serliga er, um ferðslan verður økt eftir vegnum, sum verður gjørdur út til myllurnar. Tí er treyt sett um, at vegurin skal verða stongdur fyri almennari ferðslu, verður sagt á heimasíðuni.