Byggilógin á ting

Lógin um áseting av felags reglum um bygging, tann sokallaða byggilógin, skal til fyrstu viðgerð á løgtingsfundinum í dag, sum byrjaði klokkan 9.30.

Endamálið við byggilógini er at at áseta felags reglur um bygging, so at framtíðar bygningar lúka nútímans góðskukrøv og krøv til heilsu, trygd og umhvørvi. Í løtuni er eingin felags landsbyggireglugerð, og tí er bygging sum heild ikki fevnd av nøkrum reglum og krøvum til eitt nú bjálving, innlegging, orkunýtslu og annað.

Byggilógin er bert fyrsta stigið á leiðini at røkka endamálið í lógarini. Fleiri kunngerðir skulu setast í gildi, tá lógin er samtykt, sum áseta ítøkilig krøv til bygningar.

Í viðmerkingunum til lógina stendur, at lógin við kunngerðum í fyrstu atløgu fer at merkja, at tað helst verður dýrari at fremja sjálva byggingina, men at hesin kostnaður helst verður spardur innaftur í dygd og rakstrarsparingum, eitt nú sum úrslit av betri bjálving og øðrum.