Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur borið uppskot til eina komandi byggilóg fyri Føroyar í Løgtingið. Talan er um eina týðandi broyting og eitt frambrot innan føroyska bygging. Lógin gevur landsstýriskvinnuni heimild til at gera ásetingar viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum, sum hava við bygging at gera, t.d. innrættan, herundir atkomu, innleggingar, orkunýtslu og annað
Talan verður um eitt føroyskt regluverk, har allar ásetingar verða gjørdar út frá føroyskum viðurskiftum. Sostatt verða allar útrokningar, sum eru neyðugar at gera í sambandi við komandi kunngerðir, sum skulu regulera økið, gjørdar við støði í føroyskum viðurskiftum, soleiðis at hædd eisini verður tikið fyri eitt nú tí føroyska veðurlagnum.
Eisini verður tað í lógini tikið atlit at føroyskum byggisamtyktum, sum eru galdandi runt um í landinum, umframt at eftirlit hereftir verður kravt av byggingini. Tað verður lagt til kommunala myndugleikan at hava eftirlit við, at øll bygging verður framd eftir ásetingunum í lógini.
Endamálið við lógini er m.a. at minka um oljunýtsluna í føroysku sethúsunum, og sum harvið fer at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Sostatt er byggilógin eitt beinleiðis átak í mun til veðurlagspolitikk Føroya, sum varð samtyktur á Løgtingi 2009.