Byggiharrin skal gjalda umvæling

Tað fer at kosta MT Højgaard einar 16 mió kr. at umvæla Skúladepilin í Hovi

 

 

Líka síðani Skúladepilin varð tikin í nýtslu hevur verið greitt, at byggingin ikki var nóg væl frágingin. Bygningurin hevur frá byrjan likið illa, og nógvur gjóstur er eisini, og tí hevur Landsverk fyrireikað seg til rættarmál móti MT Højgaard, sum stóð fyri byggingini.

 

Gerðarættur varð settur at loysa málið, men Kringvarpið veit nú at siga, at hesin ikki noyðist at gera úrskurð, tí semja er gjørd millum partarnar.

 

Sambært semjuni skal MT Højgaard bera kostnaðin av umvælingini av at gera allar útveggirnar av nýggjum. Kostnaðurin fyri hetta varð fyri einum ári síðani mettur at vera 16 mió kr.

 

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sigur við Kringvarpið, at hesar 16 mió kr. tó ikki eru nakað hámark. MT Højgaard skal rinda tað, sum arbeiðið kostar – eisini um hetta kostar meira enn metingin, sigur Ewald Kjølbro við Kringvarpið.