Byggigølur

Egin Henriksen, valevni Miðfloksins til Tórshavnar býráð
????
Er tú troyttur av byggigøl-um og eini býráðssam-gongu, sum at kalla alt valskeiðið hevur ligið í stríð við sínar borgarar, í einum býlingi fyri og øðrum eftir, og sum uttan himpr broytir byggi-sam-tyktir, tá teir renna pannuna ímóti, fyri at fáa síni áhugamál ígjøgnum, so bjóða vit í Miðflokkinum okkum fram sum eitt frískt alternativ.
Fáa vit leiðsluna í tí nýggja býráðnum, fara vit at arbeiða hart fyri at fáa nøkur ting uppá pláss.
Allir borgarar í kommununi fáa sama virði og verða hoyrdir, óansæð hvat teir eita ella ikki eita, hvat teir eiga ella ikki eiga, hvar teir búgva ella ikki búgva.
Byggisamtyktir verða virdar og verða ikki toygdar fyri at røkja seráhugamálum.
Tú skal róliga kunna leggja teg til hvíldar um kvøldið uttan at óttast fyri, at kommunan fer avstað við økinum rundan um hús tíni morgunin eftir, ella at fríøkið í tínum grannalagi er selt onkrum hissini "spekulanti".
Við okkum til róðurs verður kommunan ikki nakað sjálvtøkuborð - nei, øll skulu fáa sama rætt, og vit fara at leggja doyðin á, at skipa soleiðis fyri, at øll kunnu liva í friði og náðum í kommununi.
Til síðst og ikki minst ætla vit at hava góð viðurskifti við Umboðsmannin.
Trúgv - trygd - trivnaður
X við lista H
Gott val