KBH bygdi sermerktu býráðshúsini í Norðragøtu

Byggifyritøkan KBH, sum nú hevur fjórðingsøld á baki, hevur framt bæði størri og smærri byggiverkætlanir.

 

Í gjár hevði byggifyritøkan KBH á Toftum 25 ára stovningardag, og í hesum sambandi bjóðaði fyritøkan starvsfólki til ein betri bita og hugna á Svangaskarði.

 

Tað eru brøðurnir, Helgi og Benn Johannessen, sum eru á odda í fyritøkuni, sum teir stovnaðu saman við pápa sínum, Karl Johannessen, sála. 

 

Seinnu árini hevur KBH framt fleiri størri byggiverkætlanir á Toftum. Byggifyritøkan bygdi fyrst 18 íbúðir fyri Bústaðir. Síðan bygdu teir 16 íbúðir sjálvir - skamt oman fyri tær fyrru 18.

 

KBH hevur eisini bygt seks randarhús innarlaga á Høganesvegi á Toftum, og fyritøkan er nú í holt við eina aðra størri byggiverkætlan á Toftum við fleiri íbúðum. 

 

Hetta er á økinum beint við kommunuskrivstovuna. Tað er Bústaðir, sum eiga verkætlanina, ið Almannaverkið fer at leiga til fólk við avbjóðingum.

 

KBH hevur eisini aðrar smærri verkætlanir í gongd í Nes kommunu.

 

Umframt íbúðarverkætlanir, hevur byggifyritøkan, sum nú hevur fjórðingsøld á baki, eisini framt aðrar størri verkætlanir.

 

Millum tær kendastu eru helst sermerktu býráðshúsini hjá Eysturkommunu í Norðragøtu, sum arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, teknaði.