- Heldur enn at brúka nógvar pengar upp á at útbyggja ítróttarhøllina á Hálsi, áttu myndugleikarnir at valt eina ordiliga loysn, ið tryggjaði ítróttinum - ikki bara í høvuðsstaðnum, men eisini á landsliðsstigi - betri karmar langt inn í framtíðina.
Tað sigur Hallur Danielsen frá hondbóltssambandinum, ið vísir á, at øll orsøk er til at fegnast um bøttu karmar, sum Tórshavnar kommuna hevur sett út í kortið, men at rættari vildi verið at hugsað eitt sindur longur fram.
- Betri karmar eru longu á veg, tí fimleikahøllin í skúlanum á Argjahamri skal útbyggjast til ítróttarhøll í 2016, umframt at ein høll kemur í sambandi við Marknagilsdepilin í 2017 og ein høll í skúlanum á Fløtum í 2019, sigur Hallur Danielsen.
- Samstundis verður tosað um gera ítróttarhøllina á Hálsi til stórhøll í 2017, men í staðin fyri at gera tað, skuldi ein søguligur møguleiki verið brúktur til at gjørt eina veruliga tjóðarhøll og ein veruligan ítróttardepil, sum føroyskur ítróttur hungrar eftir, sigur hann.
Hallur Danielsen vísir á, at Ítróttasamband Føroya hevur vánaligar hølisumstøður og allíkavæl noyðist at flyta so ella so, og tí mælir hann til, at funnið verður fram til eina heildarloysn, sum kann geva nakrar ringvirkningar, øll kunnu fáa nógv størri gleði av langt inn í framtíðina.
Hann sigur, at brúk er fyri, at teir partar, ið varða av ítróttinum - tað verið seg ÍSF-forsetin, mentamálaráðharrin og borgarstjórin í Havn - seta seg niður og finna eina munagóða loysn, sum eisini fram í tíðina veruliga kann gagna føroyskum ítrótti.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hall Danielsen á Ras 2.